Syngjandi vinir frá 60unum hittust aftur
Leygardagin 11. mai var forvitnislig reunionsamkoma á Hotel Hafnia fyri okkum, sum vóru við kórinum “Sangvitnisflokkurin” í Íslandi í juli 1963. Hetta var eitt lítið ungdómskór, sum virkaði í samband við Bíbliuklassan í Ebenezer, sum Petur Háberg hevði ábyrgd av í mong ár. Petur var eisini maðurin, sum hevði fingið hesa ferð í lag. Ingálvur av Reyni og Zacharias Zachariassen vóru eisini við í ferðini. Teir eru allir farnir nú – og eisini nakrir av kórlimunum.
Vit fingu eina sera góða løtu saman hendan ljósa, sólríka várdagin í mai, har samkoman varð hildin á Paranassinum á Hotel Hafnia. Tey allarflestu av kórlimunum, sum framvegis eru á lívi – og hjúnarfelagar teirra – vóru við hendan dagin. Eisini vóru nøkur avvarandi av teimum, sum farin eru, og nøkur onnur, ið høvdu tilknýti til ferðina. Vit vóru nøkur, sum búgva uttanlanda, sum komu heim í hesum sambandi: Umframt Susan og meg vóru Hanna Smith, sum býr í Keypmannahavn, Gunna Joensen, sum býr í Vejle, og Regin Eysturoy og kona hansara, Helga, ið búgva í Íslandi.
Hugleitt varð um ferðina, og hugurin at greiða frá tí, vit mintust frá ferðini, var góður. Lisið var eisini burtur úr forvitnisligu ferðafrásøgnini hjá Petur Háberg í Lívi og Læru, og sungnir vóru sangir, sum vit sungu í Íslandi í 1963. Filmur varð vístur, sum Johan Vang hevði tikið og Árni Simonsen redigerað. Vit mintust tey í tøgn og tøkk, sum farin vóru, og umframt teir tríggjar, vit longu hava nevnt, var talan um Kára av Reyni, Jógvan Páll Háberg og Árna B. Jensen.
Felagsmynd varð tikin uttanfyri, meðan sólin skein so fagurliga. Lagið var gott á fólki, og tónarnir frá sanginum “Tað er sól í míni sál í dag”, sum mestsum var slagsangur okkara, kom fram meiri enn einaferð.
Ferðin til Íslands var ikki bara ein sangferð, men eisini ein missiónsferð. Hetta merkist av ferðafrásøgn Petur Hábergs, sum vit fingu nøkur brot frá. Ynski var at bera evangeliið um Jesus gjøgnum sang, vitnsiburð og talu, og tað fingu vit høvi til.
Inga Simonsen hevði tikið stig til hendan dagin, og takksom eru vit henni fyri tað. Dagurin eydnaðist so sera væl. Árini eru komin hjá okkum øllum, men gott kendist tað aftur at vera mintur á eina ríka og gevandi ferð til Íslands í 1963.
Niðanfyri síggjast myndir av sangvitnisflokkinum 1963 og leygardegnum 11. mai 2019. Ø.