KRISTNASTOVA – um jóltíðir 2018

Desember er ein heldur øðrvísi mánaði enn aðrir mánaðar við nógvum ymiskum tiltøkum. Og soleiðis hevur eisini verið hesaferð – sæð við okkara eygum. Møti og samkomur í Kristnastovu hava verið merkt av hugna, kertuljósum, granni og jólatónum. Tala og sungið hevur verið um komu frelsara okkara í hendan heim.
Umsíðir kom lítla andaktsbókin út, sum hevur verið í umbúna eina tíð, kallað “Ein dag í senn”. Hetta var tíðliga í desember-mánaða. Mikudagin 12. desember var seniorsamkoma í Kristnastovu, sum er ein hugnasamkoma fyri eldri útisetar, ið búgva í Keypmannahavn ella í nánd av stórbýnum. Og so hin 14. desember var seinasta fríggjakvøldssamkoma á árinum, og tað merkti at siga farvæl við nógvar ungar útisetar, sum fóru heim til Føroya at halda jól. So komu jólini, og – sum siður hevur verið í mong ár – var samkoma í Kristnastovu 2. jóladag fyri nøkrum teirra, sum hava hildið jól herniðri.
Vit lata myndirnar her á síðuni tala fyri seg.                                                                                                øb

Andaktsbókin kom út tíðliga í desember


  

12. desember var seniorsamkoma í Kristnastovu

 

 

 

                     

Hugnasamkoma var 14. desember

 

 

 

                                                                                2. jóladagur í Kristnastovu

 

 

 

You may also like...