Vitjan av Judy og Óla á Grømma
Tíðliga í hesum mánaða fekk Kristnastova vitjan av trúboðarahjúnunum Judy og Óla á Grømma Jacobsen. Óli er ættaður úr Klaksvík, meðan Judy er úr USA. Frammanundan høvdu tey verið heima í Føroyum nakrar vikur, og síðani lá leiðin til Jyllands fyri at vera saman við familju har. Meiningin var so at flúgva heimaftur, men av heilsuávum komu tey at vera eitt sindur longri enn ætlað. Seinastu tíggju dagarnar vóru tey so í Kristnastovu, har tey fingu høvi at vera saman við ungu útisetunum og okkum øðrum, sum hava kent tey í mong ár.
Og tað kendist gott enn einaferð at hava hesi virknu og gevandi samverkafólk í verki Harrans millum okkara. Judy og Óli eru framvegis knýtt til missónsfelagsskapin NTM, har Óli er við í leiðsluni, og tey ferðast nógv kring knøttin í trúboðaraørindum. Hetta hóast tey ikki eru ung longur. Nakað síðani høvdu tey gullbrúdleyp, men tó bendir lítið á, at tey eru minni virkin enn tey plaga at vera.
Óli talaði í Kristnastovu bæði fríggjakvøldið 15. og sunnudagin 17. juni og hevði nakar góðar áminningar til skaran av fólki, sum leitaðu út í Kristnastovu hetta vikuskiftið. Mánadagin 18. juni lá leiðin so aftur til heim teirra í USA, áðrenn farið verður undir vitjanir aðrastaðni.
– Øssur