Forvitnislig stevna um samkomuleiðslu
Í døgunum 16 – 17. mars, var stevna hildin í Klaksvík fyri fólk, sum standa í leiðslu í brøðrasamkomum í Føroyum. Stevnan varð hildin í Betesda, og gestarøðarar vóru Neil Summerton og Simon Marshall, sum báðir hava leiðandi tænastur innan samkomur í Bretlandi. Millum teirra, sum høvdu fyrireika stevnuna, kunnu nevnast Kári Østerø, Stig og Guðrun Elttør, Kristian á Lakjuni, Maria Mørkøre og Niels Pauli Nónstein. Fleiri teirra tóku eisini orðið.
Stevnan snúði seg mest um sjálva leiðslu av samkomuni, har uppgávan hjá teim elstu var umrødd, men eisini varð komið inn á aðrar tænastur.
Út frá bíbliunnar læru um elstar og samkomutænarar varð sagt frá søgu og royndum í Bretlandi og í øðrum londum. Áhugavert var at lýða á Simon Marshall, sum hevur gott innlit í leiðslu og er leiðari av GLO bíbliuskúlanum. Hann hevur føroyska konu og kundi tosaði viðhvørt á føroyskum. Men eisini Neil Summerton, sum hevur verið leiðari av “Partnership”, hevði nógv forvitnisligt at bera fram. Harumframt hevur hann skrivað fleiri bøkur um leiðslu innan brøðrasamkomur, eitt nú “Lerning from the past – facing the future.” Tað var týðuligt, at hetta vóru brøður við vitan, innliti og royndum. Tulkar vóru Beinta Danielsen og Ólavur Niclasen.
Høvi varð givið til orðaskifti í smærri bólkum, eins og møguleiki var at koma við spurningum til røðararnar. Og heilt góður áhugi var at spyrja og viðmerkja. Hugaligt var eisini at síggja eina breiða umboðan frá samkomunum kring landið, sum væl er eitt tekin um, at hetta vóru evni, sum liggja mongum á hjarta.
Her var nógvur, góður íblástur at fáa, og væl varð syrgt fyri teimum, sum komin vóru, við drekkamunnum og ymiskum til matna. Sjálvur var eg fegin um at tað lagaði seg so, at eg kundi vera við til stevnuna. Haldi, at fyrireikararnir hava tøkk uppiborna, tí hetta tiltak boðaði frá framskygni og tráan eftir framgongd og trivna millum Harrans fólk í Føroyum í einari tíð við nógvum avbjóðingum. Niðanfyri eru fleiri myndir frá stevnuni. Øssur