Seniorarnir hittust
Týsdag seinnapart tann 12. desember hittust eldri útisetar til hugnasamkomu í Kristnastovu. Jólasangir vórðu sungnir og fólk hugnaðu sær við einum góðum drekkamunnji og práti. Høvi var eisini at ogna sær nýggju fløguna við Ingálvi av Reyni, sum fólk vóru glað fyri at fáa. Og tí var hugleitt um navnframa listamannin, sum eisini var ein gávaður sangari, ið var kendur fyri at syngja andaligar sangir og sálmar. Rættiliga fitt var av fólki, sum hendan dagin høvdu leitað út í Kristnastovu – teirra millum fleiri av Sjúklingahotellinum Tórshavn. Og aftaná at hava verið saman í úti við tveir tímar, varð endað við einum orði og og góðum ynskjum fyri jólini.