Ársins seinasta fríggjakvøldssamkoma
Fríggjakvøldssamkoman hevur síðani verið ta møtið, sum gjøgnum árini hevur savnað ein stóran skara av ungum útisetum saman til andaligan felagsskap í Kristnastovu. Seinastu mongu árini hevur ársins seinasta fríggjakvøldssamkoma verðið ein hugnaløta, sum verður hildin, áðrenn tað unga fólkið fer heim til Føroya at halda jól.
Soleiðis var eisini hesaferð, tá ein hugnaløtan var í Kristnastovu var fríggjakvøldið 12. desember við jólasangi, spurnarkapping, myndum og fióltónum – umframt at Orðið eisini varð borið fram. Og tað mundi vera fyrstu ferð, at vit hoyrdu tríggjar fiólir leika í senn. Her eru nakrar myndir frá kvøldinum.