Góðir dagar hóast vind og regn
Í døgunum 19 – 22. oktober var legan hjá Kristnastovu hildin. Heystið varð komið, og dagarnar vóru ikki sørt merktir av vindi og regni.
Men fjálgt varð innandurða, har ymist var á skránni, júst sum tað hevur verið í mong ár. Sámal Mikkelsen úr Klaksvík hevði bíbliutímarnar og lýsti Harran Jesus sum Gud og menniskja, og tosaði um ríki Hansara, ið vit sum kristin eiga at liva fyri. Sangurin ljóðaði við megi, eins og hann so mangan hevur gjørt. Eisini børnini høvdu eitt áhugavert tema hesaferð, sum Andrew Berghamar tók sær av. Og ymist annað fór eisini fram hesar dagar á Norðursjællands Efterskole, har vit hava havt legu seinastu mongu árini. M.a. luttóku tveir fyrrverandi útisetar, Kala og Rúni Hansen, á einari samkomu fríggjadag seinnapart .
Fólk vóru komin úr Føroyum fyri at taka sær av køkinum og máltíðunum, og tað kom sera væl við.
Alt í alt ein góð lega, og fólk komu heimaftur uppbygd av Orðinum og samfelagnum.