Nýggi leiðarin tikið við

Leygarkvøldið 2. september var nakað av fólki komið saman í Skovlunde Frikirke, tá nýggi OM-leiðarin  alment varð settur.  Christina Andersen, sum er formaður í OM Danmark, greiddi frá, hvussu leitað hevði verið eftir nýggjum leiðara, eftir at Andrew  Berghamar hevði mett, at tíðin var komin hjá honum at fara frá. Nýggi leiðarin, Helle Rønne Samuelsen, fekk eisini fekk høvi at siga nøkur orð um sína bakgrund og ta nýggju tænastu, sum hon fer undir.
Ovasti leiðari OMs, Lawrence Tong, og kona hansara, Susan, vóru eisini við hetta kvøld. Lawrence greiddi frá visiónini hjá OM í dag og lutaði tankar um ta stóra verk, sum fer fram í OM høpi kring allan heim.
Biðið varð fyri Helle Rønne Samuelsen og ta uppgávu, hon fer undir, og eisini øðrum bønarevnum í OM-høpi.

 
Lawrence Tong                                              Helle Røng Samuelsen                                         Saman við tveimum fyrrverandi leiðarum

 

You may also like...