Skúlarnir byrjaðu aftur

Tað merktist í Kristnastovu vikuskiftið 8 -10. september, at skúlarnir nú vóru byrjaðir aftur og yngra fólkið  komið niðuraftur. Rættiliga nógv fólk leitaðu út á Birmavej, og týðuligt var, at fólk vóru glað um at síggja hvønn annan aftur. Túnið framman fyri inngongdina var aftur merkt av mongum syklum, sum søgdu frá einum nýggjum skúlaári og nýggjum avbjóðingum fyri framman.
Her eru nakrar myndir frá vikuskiftinum, har fólk eisini leitaðu út í urtagarðin í góðveðrinum, sum var sunnumorgunin.
       

You may also like...