Leiðaraskifti innan OM
← Andrew saman við einum komandi og einum fyrrverandi OM-leiðara.
Aftan á 10 ár sum leiðari av OM Danmark handaði Andrew leiðsluna víðari til næsta leiðara. Í hesum sambandi var lítil samkoma hin 15. juni í hølunum hjá OM á Drejervej á Nørrebro. Fólk og stuðlar úr ymiskum samkomum komu framvið hendan dagin – teirra millum fleiri føroyingar.
Nevndarlimirnir Bitten Schriver og Christian Knudsen bóru heilsan fram og hugleiddu um farandi leiðaran, umframt at Andrew eisini hevði orðið og takkaði fyri seg.
Høvi var eisini at heilsa upp á nýggja leiðaran, sum eitur Helle Rønne Samuelsen. Hon er 41 ár og hevur røtur innan fríkirkjuna Vinjard.
Christian Knudsen ber heilsan fram Jórun, Guðrun og Kristina – komin í prát
Bitten Schriver ber heilsan fram Lurtandi fólk