Á vitjan í Hirtshals
Á trappuni á Malta saman við Onnu og Hans
Ì døgunum 15 – 17. februar fingu vit høvi at vitja samkomuna Malta í Hirtshals, har vit luttóku á tveimum fundum. Mikukvøldið varð bønar- og uppbyggingarmøti. Og dagin eftir, hósdagin fyrrapart, var aftur ein samkoma, har vit greiddu eitt sindur frá, hvussuleiðis tað gekk til, tá nýggja Kristnastova varð keypt í 1979.
Tað kendist gott at vera millum føroyingar í norðurendanum av Jyllandi og kenna fløvan av samfelag og vinalagi.
Í dag eru tað Anna og Hans Djurhuus, sum hava leiðsluna av húsinum, og tað uppgávuna gera tey væl til gleði fyri mong, sum koma inn á gólvið á Malta.