Ein dagur á Gibraltar

IMG_2558IMG_2615

Leygardagin 3. oktober vóru Susan og eg á Susan á Gibraltar, sum liggur á Suðurendanum av Spania – við útsýni til Norðurafrika. Hetta var ein útferð av spanska býnum, Fuengirola, har vit ferðaðust í eina viku.
Gibraltar, sum framvegis er undir enskum flaggi, verður ofta kallað “the Rock”, tí tað er nærmast sum ein stórur klettur. Tað fyllir einans 6,7 kvadratmetrar, og tó búgva um 30.000 íbúgvar á hesum áhugaverda býi.

Fyri okkum var tað serliga forvitnisligt at vera á Gibraltar, tí har arbeiddi pápi Susan, George Pope, á yngri árum sum enskur hermaður í sjey ár.  Hetta var tó í friðartíðum – millum báðar heimsbardagarnar – men hann greiddi ofta frá tíðini á Gibraltar, har hann tóktist at hava havt tað gott og trívast væl.

 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *