Seniorar í jólahýri
Tað liggur ógvuliga djúpt í okkum, at vit ynskja at fara aftur til røturnar – ikki minst tá vit eldast. Hetta kemur fram, hvørja ferð eldra ættarliðið kemur saman í Kristnastovu. Prát um gamlar dagar – okkara ymisku bakgrund – søga og frásagnir um fólk, siðir og høgtíðir – alt hetta kemur fram og verður vent slíkar løtur. Kanska myrka árstíðin fram móti jólunum eisini framkallar serstakar kenslur og minni frá tíð, ið farin er.
Men hugnaligt er altíð at vera saman við eldru útisetunum – eisini hendan degin, tá samkoman var hildin í Kristnastova við einum góðum breyðbita kryddað við føroyskum viðskera, sum tóktist at koma væl við hjá aldrandi útisetunum.
Hugleitt var um reunuion samkomuna í Føroyum, sum var hildin fyrr á árinum, og greitt var frá William G. Sloan í samband við 100 árini, sum farin eru, síðani deyða hansara. Nøkur yngri fólk settu dám á við teirra sangi og fiólspæli, og at enda hevði Símun Pætur á Torkilsheyggi, sum var niðri um hetta mundið, eitt styttri orð.
Og sum náttúrligt var vóru fleiri jólasangir sungnir hesa løtuna, og ikki minst teir eldru sangirnir vóru sungnir so hjartaliga. Tá ið hendan seinnapartsløta umsíðir var komin at halla, varð ynskt gleðilig jól og gott nýggjár – við vónum um at møtast aftur til várs.